2020-10-06 17:51

Flakatrolarin Enniberg, sum hevur verið til umvælingar hjá MEST á Skála, kom á Miðvág í kvøld, tí hann skal málast liðugur á Miðvági í morgin.
Alt umvælingararbeiði, uttan málingin, er liðugt, tað segði stjórin á MEST - Mouritz Mohr - við okkum á JN.fo fyri løtu síðan.
Á Skála er ivaveður, tá ið hugsast skal um máling, tí er avgerð tikin í dag um, at fara vestur á Miðvág, fyri at fáa skipið málað liðugt í morgin.
Tá ið skipið er liðugt mála, verður farið á Havnina at gera klárt at fara nýggjan túr í Barentshavið.
Enniberg hevur ikki áður verið á Miðvági, vit kliktu tí nógvar myndir av vakra skipinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald