2016-08-14 07:30

Í gjár kom flakatrolarin Enniberg á Havnina við fullari last av flaki. Enniberg hevur havt góðan fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum síðani teir loystu úr Føroyum fyri tveimum mánaðum síðani. Sambært portal.fo, so hevur Enniberg 923 tons av flaki umborð, og 37 mans hava verið við henda túrin.
Tá liðugt er at landað Enniberg, fer skipið yvir til Vesturgrønlands at fiska, har teir eiga 100 tons av svartkalva.
Myndamaðurin hjá JN.fo hevur tikið hesar myndirnar av Enniberg í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald