2016-07-23 11:26

Um 7 tíðinda í morgun kom ferðamannaskipið Insignia á Havnina, tað hevur lagt leiðina til Føroyar eftir at hava verið í Íslandi.
Insigina var tikin í sigling í 1998, og hevur síðani havt tríggjar eigarar. Tað kostaði 150 mió pund at byggja, og var bygt í Frankaríki.
Ferðamannaskipið er 180 metrar langt og 26 metrar breitt. Tað tekur 824 ferðafólk og manningin telur 400 fólk. Tað er heimahoyrandi á Marshall oyggjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald