2018-09-30 19:34

Brestir kom fyri løtu síðani í Ánirnar, har teir skulu landa.
Brestir hevur henda túrin fiskað 137 tons, har meginparturin er svartkalvi. Byrjað verður at landa tíðliga í morgin, og fer Brestir væntandi nýggjan túr mikudagin, teir koma á Sørvág, tá ið liðugt er at landa, har teir skulu bunkra og taka útgerð til nýggjan túr.
9 mans hava verið við Bresti hendan túrin, skipari er Thormann Niclasen úr Bø.
Vit tóku nakrar myndir tá ið Brestir kom inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald