JN

Myndir: Boudicca kom á Havnina

...

2016-08-16 08:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ferðamannaskipið Boudicca er júst komin á Havnina, skipið hevur lagt leiðina hendavegin eftir at hava verið í Liverpool, í kvøld loysir skipið aftur og setur kóst móti Reykjavík. 

Skipið er bygd í 1973 í Finnlandi, og var fyrstu árini heimahoyrandi í Norra, tað kostaði 22,5 mió dollarar at byggja Boudicca. Skipið var upprunaliga 178 metrar langt og 25 metrar breitt. Boudicca tók 536 ferðafólk og manningin taldi 324 fólk.

Boudicca er í dag heimahoyrandi á Bahamas oyggjunum, og var umbygd í 2005. Skipið er nú 207 metrar langt og 25 metrar breitt. Tað tekur 900 ferðafólk og manning telur 320 fólk.

Myndamaðurin hjá jn.fo var og tók myndir av skipinum tá ið tað kom á Havnina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder