JN

Myndir: Arctic Viking kom á Kollafjørð á middegi

...

2016-08-16 12:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um middagsleitið í dag koma rækjutrolarin Arctic Viking á Kollafjørð. Arctic Viking hevur roynt í Barentshavinum, og eru tað tveir mánaðir síðani teir byrjaðu túrin, teir hava landað einaferð í Norra á túrinum. Sìðani hava teir verið til fiskiskap aftur, og fingu teir fulla last sum er góð 410 tons. Av teimum eru 65 % kókað í 5 kg erkjur, sum verður landað í Kollafirði - hitt er landað í Norra sum er rárækjur til pilkingar. 

Tað eru 17 mans við Arctic Viking.

Byrjað verður at landa í morgin, og eftir tað skal Arctic Viking á beding hjá Mest í Havn.

Myndmaðurin hjá JN.fo var í Kollafirði tá ið Arctic Viking kom. Hetta er fyrstu ferð í nærum tvey ár at Arctic Viking er í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder