
Í eina tíð hevur verið arbeitt við ætlanum um at fáa eitt træskip, sum kann hálvast og gerast um til m.a. eitt savn.
Tá so møguleikin var at fáa fatur á einum træskipi, máttu vit satsa, tí nú eru so fá træskip eftir í landinum í røttu støddini.
Tað mátti berast skjótt at. Báturin var farin til upphøggingar á Skála.
Ein arbeiðsbólkur er við í fyrireikingunum til at fullføra ætlanina. Av tí at støðan kom í so knappliga, var sjálvsagt ikki møguligt a tfáa øll loyvir. Borgarstjórin bleiv spurd, fyri at fáa loyvi at seta bátin á land.
Í hesum stutta skoðbráði, har avgerðirnar máttu takast, hava vit møtt ótrúliga góðari vælvild frá øllum pørtum, sum arbeiðsbólkurin hevur vent sær til. Borgstjórin, sum skilti, at berast mátti skjótt at, Bjargingarfelagnum í Vágum, sum við sjálvboðnum fólki sleipaði bátin vestur, arbeiðsfólkinum hjá kommununi, sum allatíðina hava veitt hjálpandi hond og onnur í bygdunum, sum hava verið sera hjálpsom.
At fáa bátin uppá land var ikki sum at siga tað. Fólk frá Articon komu við stórum krana at hiva bátin upp, sum vísti seg at viga 60 tons. IR-flutningur flutti bátin á ávísta staðið, so hann ikki stendur til ampa meðan hann verður klárgjørdur.
Arbeitt verður nú víðari at finna hóskandi stað í bygdini, har báturin verður vendur og gjørdur um til ein hús í serligum sniði. Eitt savn, har sjósøgan í Føroyum verður víst fram. Her verður eisini hugsað um ferðavinnuna. Vetrarhálvuna verður ætlanin at hava eitt mentunarhús, sum í løtuni ikki er í kommununi, sigur Sjúrður Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald