Ítróttur

Myndir: 07 Vestur - Víkingur 0-1(0-0)

...

2013-09-19 02:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Brekkan hjá 07Vestur gjørdist brattari í kvøld, eftir tap ímóti Víkingi 0-1. Annars var dysturin javnur og væl leiktur av báðum pørtum.

Víkingur fekk ein mann útvístan tá ið 15 minuttir vóru eftir at leika, tað var Atli Gregersen, sum fyrst hevði fingið eitt gult og so fekk eitt gult afturat, tískil mátti hann út. Men tað var við einum manni minni, at Víkingur vann dystin, teir skoraðu tá umleið 80 minuttir vóru leiktir til 1-0.

Sí støðuna:http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=303

Myndirnar hevur Jóanis Albert Nielsen tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder