JN

MS Zuiderdam vitjar í Runavík 25. juli

...

2016-07-14 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mánadagin hin 25. juli vitjar stóra ferðamannaskipið MS Zuiderdam í Runavík. Umborð eru umleið 2000 ferðafólk og manningin telur 850 fólk. MS Zuiderdam er útvið 300 metrar langt, og er sostatt størsta ferðamannaskipið, sum vitja Runavík í ár. Í sambandi við vitjanina, verður skipað fyri mentanartiltaki uttanfyri Kunningarstovuna við m.a. føroyskum tónleiki og sølutorgi. Tey, ið ynskja at selja eitthvørt á torginum, verða biðin um at seta seg í samband við Kunningarstovuna skjótast gjørligt. Heitt verður eisini á handlar, matstovur og café???ir um at hava opið, meðan skipið vitjar. Vitjanin av MS Zuiderdam fer væntandi at seta ein serligan dám á býin og restina av oynni hendan dagin. Skipið liggur við Runavíkar Havn frá kl. 8.00-15.00. ??ll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í miðbýnum hendan dagin og soleiðis vera við til at bjóða ferðafólkunum vælkomnum, skrivar Runavíkar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder