
Føroysku A-landsliðið hjá monnum í hondbólti taptu 24-20 móti Estlandi, eftir 11-11 í hálvleikinum. Liðið spældu ein góðkendan fyrra hálvleik, men brendu ov illa at byrja við. Einir 3-4 stórir kjansir vóru brendir. Estiska liðið hevði ein sera ágangandi spælistíl við ferðmiklum spæli mann móti manni, men vardu okkara væl. Hans Eli Sigurbjørnsson var serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki, tá hann fleiri ferðir kom ígjøgnum og fekk mál ella brotskast. Eisini hevði Áki Egilsnes fleiri góð langskot.
Nicklas Selvig var flúgvandi í byrjanini av seinna hálvleiki og skeyt 4 mál eftir nøkrum fáum minuttum. Føroyar vann seg framum 17-14 tá 42 minuttir vóru farnir, men eftir hetta steðgaði álopsspælið upp og fingu okkara bert 3 mál seinastu 18 min. Estar tóku time-out eftir 43 min. og skiftu málmann. Estiska verjan stóð nú betri, meðan okkara skutu uppá ov vánaligir kjansir. Okkara fingu 20 mál uppá 48 skot í dystinum og er hetta ov lágt skoringsprosent til at vinna ein tílíkan dyst.
Í morgin møtir Føroyar Polen b kl. 16.00, sum spældi javnleik móti Danmark í kvøld.
Málskjúttar:
Áki Egilsnes 6, Nicklas Selvig 5, Hjalti Mohr Jacobsen 4 (4), Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Kjartan Johansen 1, Eirikur Simonsen 1, Tony Hammer Weyhe 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald