Vinna

Miðnámsskúlin í Suðuroy umvældur

...

2014-11-26 18:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

AVHENDING:Hósdagin 27. november kl. 12.30 handar Landsverk Mentamálaráðnum umvælda Miðnámasskúlan í Suðuroy.


Komandi hósdag verður punktum endiliga sett fyri arbeiðinum hjá MT Højgaard á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Komið er á mál við teimum rættingum, sum Landsverk og MT Højgaard samdust um skuldu gerast fyri at fáa ein vælvirkandi og fullfíggjaðan bygning.

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til eitt kunnandi tiltak á skúlanum hósdagin, sum byrjar kl. 12.30, har millum annað stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø og stjórin fyri MT Højgaard Føroyar, Jóannes Niclassen, fara at siga nøkur orð um tað arbeiðið, ið er gjørt, skrivar lv.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder