Vinna

Meting um komandi viku

...

2014-07-20 21:06 Author image
placeholder

 

Meting um tilfeingið vika 30
Friday, 18 July 2014

Samandráttur:

 

Línuskip: Tað eru fleiri línuskip, sum eru farin í summarfrí, tað eru 5 línuskip, sum eru til fiskarí, tvey landa mánadagin, eitt landar mikudagin, so yvist eg, hvat hini  gera, um tey koma síðst í vikuni ella tey bíða til aftaná ??lavsøku. So eru tvey, sum frysta umborð, tey koma at landa síðst í vikuni.

 

??tróður. Streymurin verður góður, kanska verður eitt sløg av útróðrafiski, kanska verður onkur kalvabátur eisini. Slagi verður nokk ógvuliga blanda, toskur, hýsa, hvítingur, longa og kalvi.

 

Djúpvatnstrolarar: Tveir fiska svartkalva, landa væntandi fyrst í vikuni, so eru aðrir, sum rigga til makrel.

 

Partrolarar:  Teir, sum fiska upsa, eru runt Føroyar, fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør landa mánadagin og so nøkur pør seinni í vikuni. Trý pør fiska gulllaks og onkur er farin at rigga til makrel.

 

Trolbátar:  Tað er fleiri trolbátar til fiskarí, teir flestu fiska svartkalva og kongafisk, tað er ongin, sum roynir á landleiðuni, hon er stongd í 3 vikur. Ein roynir á rygginum, ein er í oljuvinnuni og tveir liggja við bryggju.

 

Garnaskip: Tað er onki garnaskip til fiskarí í løtuni, Oknin hevur lagt fyri summari og væntandi verður Thor inni síðst í vikuni.


Kelda: Fiskamarknaður Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder