Ítróttur

Meting um CocaCola-dystirnar í kvøld

...

2014-01-29 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jan Ottosen hevur mett um CocaCola-dystirnar í kvøld.

H71B ??? VÍF klokkan 18:30 bólkur 2. hjá monnum

Hesindysturin hevur akkurát einki at siga, nú tá ið Kyndil vann í gjár á StÍF. (Hvíverður seinasta runda ikki spæld samstundis?) H71B havi eg ikki givið nógvaumtalu í mínum metingum higartil, men hesuferð verða teir umrøddir,teir hava yvirraskað við ikki at tapt so stórt, hattin av fyri breiddini teirhava í Hoyvík, men mín meining er enn, at ynskjast tað fleiri lið/feløg íFøroyum, so skal man geva tað 8. plássið til eitt av liðnum, sum ikki er íAA, tað kann eisini fáa nakrar keðiligar fylgjur, við at tvey lið frá sama felageru í kappingini, her MÁ HSF fara inn áðrenn tað verður ovseint.

Hevði dysturin havt nakran týdning, so hevði VÍF heiltsikkurt sorlað H71B, og spælt seg í semifinaluna, men av tí at dysturin ongantýdning hevur, so koma tað ikki nógvir áskoðarar, og VÍF fer kanska at sparaspælarar. VÍF hevði heimadyst teir báðar fyrstu dysturnar, og fingu bara 1stig. So kanska teir fara at brúka dystin fyri at finna rytmuna aftur til endanav hesum kappingarárinum, tað mugu teir skjótt finna, um teir ikki skulu verapressaðir til tað seinna FM-plássi.

??rslit: Hevði dysturin havt nakran týdning, so hevð VÍFknúst H71B av, men nú hann ikki hevur týdning, ja hvør interserar seg so íúrlsitinum?

 

KÍF ??? Neistin klokkan 19:30 bólkur 1. hjá monnum

KÍF ernummar 1 og Neistin nummar 4, so her er aftur ein dystur við ongum týdningi,heppið at dysturin er í Kollafirði, har tað sum oftast eru nógvir áskoðarar.(HSF - Hugskoti at spæla bólkaspæl er gott,men dystarrekkjan er heilt út av lagi.)

??rslit: ??rsliti kemur at fella uppá um KÍF velur at sparasínar spælarar, ella um teir vilja vinna dystin heilt trygt, men tað skuldihelst verið ein KÍF sigur, sjálvt um teir velja at spara spælarar, so eiga teir at vinna á Neistanum.

 

H71 ??? Team Klaksvík klokkan 20:00 bólkur 1. hjá monnum

Hetta er so tann mest spennandi dysturin í hesari runduni, liðið sum vinnurferð víðari. H71 er eitt gott lið og spælir slíkar dystir væl - har tað er vinn ellaforsvinn, men vóru ótrúliga tætt við at snáva móti Neistanum seinasta dyst.Team Klaksvík hevði sett nøsina upp móti at koma í báðar finalurnar áðrennkappingin byrjaði, skulu teir náa  málinum so skulu teir vinna henda dystin.Bæði liðini hava gjøgnum hetta kappingarárið verið sera svingandi í teirraúrslitum, og tað eru nøkur fá ting sum kunnu koma at avgerða henda dystin.

Hjá H71 er tað Bogdan, teirra málmenn og verja kunnuavgerða dystin báðar vegir, alt eftir hvussu gott teir klára seg.

Hjá Team Klaksvík er tað Zarko, teirra tolsemi, og viljitil at renna heim, kunnu líka sum hjá H71 avgerða dystin báðar vegir. Einginivi er í, at menn vilja sveitta blóð í hesum dystinum, og vinnarin verður ikkifunnin fyrr enn móti endanum á dystinum.

??rslit: +1 til 2 mál til tað liðið sum fær loyst omanfyrinevndu tingini fyrst. Vænti ein heilt javnan dyst, ein dystur sum hevði verðigóður at upplivað. Dysturin kann endasum ein mann móti manni dystur millum Bogdan og Zarko, sum avgerða dystin. Ellaein dystur har tað er kontraálopið hjá H71 móti returrenningi hjá Team Klaksvík.Eingin ivi er um, at hevði man kunnu valt ein dyst at sæð í hesari runduni, sohevði tað verði hesin. (Jan fór av landinum fyrradagin, nú verður hann í Danmarknakrar dagar, áðrenn leiðin gongur til Australia).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder