Ítróttur

Meting um CocaCola kappingina hjá monnum

...

2014-01-18 00:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad og Jan Ottosen at meta um dystirnar, sum verða leiktir leygardagin og sunnudagin:

Steypakappingin er í ár løgd eftir einum øðrum máta, hesin nýggi mátin gevur øllum liðnum í mannfólkasíðuni minimun 3 dystir og kvinninum 2 dystir. Tað er eisini ein steðgur í teimum fremstu deildinum, so liðini og feløgini kunnu fokusera uppá steypakappingina. Eg haldi, at tað er eitt rættliga spennandi ???tiltak???, við nógvum dystum, og meira spenningi, men eg haldi eisini, at tað eru nakrir feilir í raðfylgini av dystunum. Teir høvdu kunnu verið lagdir annaðleiðis, so kappingin fekk meira spenning í, og harvið fleiri áskoðarar. Men hetta er fyrsta árið, at tað verður spælt soleiðis, tað verður spennandi at fylgja kappingini. Sigur Jan Ottosen.

Neistin ??? Team Klakvík leygardagin Kl. 18.00 Bólkur 1 menn

Team Klaksvík hevur fingið sær ein útlendskan málmann til dystin, allir mans eru tøkir.

Ásbjørn: Eftir eina góða byrjan eru neistamenn steðgaðir upp. TK havur heldur ikki havt eina nøktandi kapping higartil í AA-deildini, teir hava skift annan útlendingin út. Petrusic var ikki við seinast, men spennandi verður at vita, hvussu hann og nýggi danski málverjin hjá TK fara at klára seg. Skulu klaksvíkingar hava nakra vón um, at koma víðari úr bólkaspælinum, so er neyðugt at nýggju útlendingarnir sláa til beinanvegin - skal hesin dysturin vinnast. Fyri Neistan er eisini sera týdningarmikið at fáa steðga keðiligu gongdini, har teir ikki hava vunnið sjey teir seinastu dystirnar og bara hava fingið tvey stig. Hinvegin hevur Neistin víst, at teir kunna arga tey allarbestu, so teir hava eisini ein møguleika at vinna hendan dystin. Vænti tó at TK vinnur við tveimum málum.

Jan: Tær ungu løvurnar ímóti óútrokniligu. Bæði liðini hava yvirraskað við at vinna dystir, men bæði liðini hava eisini eitt sindur av kvaliteti, og tey skulu takast seriøst.

Team Klaksvík hevur spílað seg út til steypakappingina, Igor er ikki við longur, men ein nýggjur vinsta bakkur og ein danskur málmaður eru komnir við fyri at hjálpa teimum við teirra málsetningi fyri kappingina - at náa finaluplássinum. Tað verður spennandi, um tað ber til at keypa seg til ???succes???, tað hevði verið gott fyri føroyskan hondbólt, um teir koma langt, tí hondbólturin í Klaksvík hevur brúk fyri sparki, fyri at koma orduliga í gongd.

Ungu leyvurnar hjá Neistanum hava aftur í ár yvirraskað, men eg haldi, at fólk eru við at taka Neistan seriøst nú, og tí hava teir í seinastuni havt tað ringt við at vinna.

Eg vænti at Team Klaksvík fer avstað við sigrinum, Team Klaksvík er ótrúliga uppsettir til at fáa úrslit í ár, og einasti kjansurin er steypakappingin. Tí seta teir alt inn, eg trúgvi, at teir fara at vinna við nógvum málum. Við Zarko sum stýrimanni á miðuni, og tveimum góðum bakkum, og einum nýggjum málmanni ??? fer sigurin til Team Klaksvík.

Neista-kjansur liggur í, at Mikkjal í málinum hevur ein góðan dyst, hann hevur fyrr bjargað teimum bláu sigurin, og góða gongdin hjá Neistanum fellur nærmast uppá hann. Annars er tað teirra álop Sjúrður, Djumic og Teitur, men fólk eru við at kenna teir, og tí yvirraska teir ikki so nógv longur.

KÍF ??? H71 leygardagin Kl. 18.30 Bólkur 1 menn

KÍF hevur 3-4 spælarar skaddar, sagt verður úr Hoyvík at teir hava fullan hóp til til dystin.

Ásbjørn: Hetta verður ein spennandi dystur. Vænti kollfirðingar, sum veruliga hava fingið ferð á nú, fara at vinna ein spennandi dyst við einum ella tveimum málum. Dysturin kemur helst at verða leiktur við sera nógvari ferð og hørðum verjuspælið, tískil kann man eisini væntað nógvar útvísingar. Tá tað er sagt, so vænti eg, at hetta samstundis verður ein áskoðaravinarligur dystur, sum tað vanliga er millum hesi feløgini.

Jan: Hesin dysturin er blivin nýggji klassikkarin í føroyskum hondbólti, har bæði liðini kennast sera væl. Tað hava eisini verið sigrar til bárðar síðir, men sum oftast eru dystirnir sera tættir, og enn tættari á áskoðara plássinum - um hvør kann hjálpa sínum liðið best við at vinna dystin.

Besti maður hjá H71 er uttan iva Bogdan, hann nærmast vann einsamallur ein dyst - hesi bæði liðini spældu. Aftaná Bogdan kemur teirra málamður, og teirra skjóta og harða verja.
Avgerandi hjá KÍF er uttan iva teirra verja við Rógva og Tony á odda, eftir teir kemur teirra kontraálop har Hans Eli og Selvig ganga á odda.
Tá ið man sigur KÍF succes, so má man eisini siga teirra samanhald á liðnum.

Eg vænti, at dysturin verður ein avgjørdur sigur til KÍF, Jakob vil heilt víst seta spælarnar orduliga upp til dystin, eg vænti KÍF fer inn og avgerð dystin beinavegin, og harvið koma nær við semifinaluplássið longu eftir fyrsta dystin. Annars er møguleikin hjá H71, at Bogdan hevur enn ein dreymadyst, og H71 fær runnið aftur og steðgað kontraálopinum hjá KÍF. Men teir kunnu eisini spara eitt sindur uppá krefturnar og fara 100% inn og vinna á hinum báðum liðnum í bólkinum, fyri at sikra sær semifinaluplássi, har alt kann henda.

VÍF ??? Kyndil sunnudagin Kl. 16.00 Bólkur 2 menn

Hjá VÍF er stjørnuskotið Áki Egilsnes bilvin skaddur í einum dysti í steypakappingini hjá DR 18 seinasta vikuskiftið. Kyndil hevur onkran spælara smáskaddan og Hans Arni Thomsen hevur leikbann.

Ásbjørn: Klassikarin, sum ikki hevur verið líka stórur klassikari seinastu árini, er aftur vorðin ein sannur klassikari. Kyndil hevur í hesum kappingarárinum tvær ferðir vunnið á VÍF og hava nú aftur Hørður Fannar Sigthórsson við í hópinum. Hinvegin so vann VÍF rímuliga trygt í dystinum í Vestmanna, samstundis sum liðið hevur ein sera breiðan hóp og eru sera sterkir á øllum plássum. Seinast var lítil ivi hvat lið var tað betra, men liðini eru somikið jøvn, at tað skiftir skjótt. Tá liðini leiktu fyri tveimum vikum síðani, ansaðu vestmenningar sera væl eftir David Edvardsen, sum ikki fekk so nógv burturúr av tí sama, men tað gav so pláss til aðrar leikarar, tað dugdi Kyndil sera væl at gagnnýta. Havi VÍF sum ein lítlan favorit, men hann kann fara báðar vegir. Tó vænti eg ikki, at tað vera meiri enn fýra mál á muni.

Jan: ???Revance??? dystur hjá VÍF, havandi í huga úrslitini í AA-deildini ??? eisini eiga vit at minnast ???Klassikarin???, sum dysturin altíð var nevndur fyrr í tíðini, tá júst VÍF og Kyndil kempaðu um 1. pássið hjá monnum.
Kyndil segði áðrenn landskappingin byrjaði, at teir fóru eftir at liggja har tað er stuttligt at liggja, men teir hava dumma seg í fleiri dystum, og eru tí nærmast úti í kappingini um FM. Tí leggja teir seg helst eftir at klára seg sera væl í steypakappingini, og tað eru í mínum eygum bara 3 lið, sum kunnu koma víðari til tey bæði semifinalplássini. So ein sigur á VÍF gevur teimum ein góðan kjansa at koma víðari.

VÍF-arnir er sjálvandi uppsettir at hevna tapið frá fyrsta dystinum ímóti Kyndil í 2014, teir hava fingið ein vánaligan start uppá 2014, men vístu eisini gott spæl við endan av 2013. Teir hava fingið enn ein spælara á teirra lið Mads Eriksen, Mads er vinstrahentur, tað gevur teimum eina størri breidd á høgru síðu. So tá ið teir fáa fatur á góðu gongdini teir høvdu í 2013, tá verða teir vandamiklir, spurningurin er so bara nær teir gera tað, men tað má henda skjótt, um teir framhaldandi skulu verða við um heiðursmerkini.

Dysturin fer at vera tættur, hann verður ikki avgjørdur fyrr enn ímóti endanum, tað fara nokk eisini at koma nógvar útvísingar og kanska okkurt reytt kort í dystinum, ein dystur man bara skal síggja, um man er orduligur hondbóltfjeppari.

Alt kann henda í hesum dystinum, og tí fari eg ikki at peika á ein vinnara.

StÍF ??? H71 2 sunnudagin Kl. 16.00 Bólkur 2 menn

Av Stronum verður sagt at allir mans eru tøkir.

Ásbjørn: StÍF man vera størsti favoritturin í hesum umfarinum. 1. deildarliðið hjá H71 er eitt framúr lið, men í steypakappingini verða bestu leikarnir ikki við, og tískil verður tað eitt nakað skert H71 2-lið. Hetta er samstundis ein dystur, sum StÍF skal vinna, fyri at hava møguleika at koma víðari. Trúgvi eisini teir greiða sín settning og vinna ein stórsigur.

Jan: H71 2 kann eg ikki siga nógv um, men teir burdu ikki kunna givið StÍF trupulleikar. StÍF er liðið, sum øll vilja umgangast, tá ið talan er um steypakapping. Teir hava eina mental styrki í hesari kappingini, og eina søgu teir gjarna vilja halda fast um. Teir hava eitt fínt lið, við einari góðari blanding av ungum og eldri spælarum. Teirra spæl er byrjað at vera betri og betri, og StÍF nærma seg FM møguleikanum eisini, so eg vænti, at teir fara at vera spennandi at fylgja í hesari kappingini. - StÍF vinnur trygt.

Í manfólkakappingini er tað bara eitt, sum kann oyðileggja, tað er um H71 ger tað sama nummari, sum Neistin gjørdi í fjør, nemliga at býta spælarnar frá H71 1 yvir á H71 2. Men eg vænti ikki at H71 ger tað, tað er stoltleikin í Hoyvík ov stórur til, tað er ikki fyri at vera eftir nøkrum, men tað er bara fyri at siga FAIR PLAY.

Vænti at kappingin um at sleppa í semifinaluna verður millum KÍF, H71, Team Klaksvík og millum VÍF, StÍF, Kyndil. Spennandi verður.

Les eisini: Meting um CocaCola kappingina hjá kvinnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder