Ásbjørn Nielsson Nattestad og Jan Ottosen, hava eisini mett um kvinnudystirnar í CocaCola-kappingini, sum verða leiktir sunnudagin.
VÍF ??? Neistin Sunnudagin Kl. 14.30 Bólkur 1 kvinnur
Ásbjørn: VÍF er greiður favorittur. Vænti ein tryggan sigur til vestmannakvinnur, sum samstundis koma meiri ella minni at tryggja sær eitt pláss í hálvfinaluni. Hinvegin hevur Neistin framvegis fleiri góðar leikarar og ein góðan dag so kunna tær saktans gera ein vørr. Men breiddin á liðunum báðum ger, at eg trúgvi, at VÍF ikki fer at hava stórvegis trupulleikar við at vinna.
Jan: Hesin dysturin er um hvør verður nummar eitt í bólkinum, og tað verða hesi bæði liðini, sum fara at spæla seg víðari úr hesum bólkinum. Hesin dysturin hevur nógv at siga, hvørjum tær skulu møta í semifinaluni, tí seinast bæði liðini spældu ímóti fovorittinum í hinum bólkinum Kyndli, taptu tey.
Neistin hevur styrkt seg við gamlum kenningi úr VÍF, Marijana Lucic. Hon kennur allar VÍF-spælarnar, og hon er ein ótrúliga góður málverji. Hon kann koma at avgerða hvønn veg dysturin skal venda. Sjálvandi hevur Neistin eisini aðrar spælarar, sum hava kvalitet, eg trúgvi eisini at tær vilja vísa teirr dygdir.
VÍF, sum bara hevur føroyskar spælarar, er favorittur. Tær hava allar kvalitet, og kunnu tær allar skapa okkurt sjálvar. Skal VÍF vinna henda dystin, so skulu tær brúka sína skotstyrki rætt, og um tær hava kravda sjálvsálitið, so skora tær hjá Marijanu.
??rslitið: Marijana fer at avgerða hvør vinnur, men eg halli til tær gulu, tí tær hava vunni alt á teirra heimavølli hetta kappingarárið.
Seinasta liðið í bólkinum er StÍF, eg gevi teimum ikki nógvar kjansir, men enn er einki avgjørt.
VB ??? Stjørnan sunnudagin Kl. 15.00 Bólkur 2 kvinnur
Ásbjørn: Hesin dysturin er allarhelst ein dystur um at koma víðari saman við kyndilskvinnum. VB er greiður favorittur móti ungu klaksvíkskvinnunum, men alt trýstið er samstundis á VB, tí dysturin hjá vágskvinnum móti Kyndli verður í Havn, og dystirnir í landskappingini hava víst, at VB hevur stórar trupulleikar í útidystunum. Stjørnan hevur í nøkrum dystum megnað at fylgt við leingi, men hava so tapt móti endanum. Spurningurin er so um trýstið á VB-kvinnunar kann gera dystin spennandi ella um Stjørnan enntá kann fara við einum ella báðum stigunum.
Jan: Dysturin kann avgerða hvør kemur í semifinaluni við Kyndil. Ungu genturnar hjá Stjørnuni hava kempað flott í ár, og yvirraska nakrar ferðir, tær mangla enn eitt sindur av rutinu, men tær læra í hvørjum dysti tær spæla, tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðuni. VB hevur eitt fínt lið, og tær vilja gjarna hava medjalu, skulu tær hava tað í ár, so er besti kjansurin at fara eftir steypakappingini. Tær vóru kul og eitt sindur heldigar í fjør, tær kunnu saktans koma í ein góðan stima aftur í ár. Eg haldi at tær hava eitt gott lið, tær kunnu arga øll liðini, samstundis náa tær semifinaluni, so hava tær ein heimadyst, í einari av teimum mest stuttligari høllini eg havi havt ein dyst í. So teirra kjansur er har heilt víst.
Ein sigrur til VB.
Síðsta liðið í bólkinum er Kyndil, tær hava víst klassa í teimum báðum seinastu dystinum, við at vinna á VÍF og Neisanum. Tær eru sterkar í ár, og ungu genturnar fáa bara meira og meira sjálvsálit fyri hvønn dyst tær spæla.
Hesi liðini koma í semifinaluna: VÍF, Neistin og Kyndil, VB.
Vil ønske alle en god steypa turnering, det bliver nogle meget spændende kampe i hver runde. Og i første runde tror jeg der er mest spænding i Vestmanna, både med damerne og herrerne. Og semifinalerne bliver skræmmende spændende, hvor intet er afgjort på nogen måde. Jan Ottosen.
Les eisini: Meting um CocaCola kappingina hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald