Samandráttur:Línuskip: Bara trý linuskip eru til fiskarí, eitt við Íslandi og tvey Undir Føroyar. Tey við Føroyar fiska mest tosk og hýsu, meðan tað undir Íslandi er meira blandað, men mest er av toski. Helst landa øll fyrst í vikuni. Eitt annað línuskip fiskar undir Føroyum og frystur umborð. Vantandi fara fleiri línuskip avstað um vikuskiftið.
??tróður. Bæði streymur og veðri verður tilvildar í vikuni, so vit vantað nakað av útróðrafiski, mest toskur og hýsa.Djúpvatnstrolarar: Bara ein er til fiskarí og er hann eisini nýliga byrjaður, so ivasamt er um hann kemur inn í vikuni. Hann fiskar svartkalva.
Partrolarar: Vit vantað at eitt par landar mánadagin og so verða helst fleiri sum landa seinni í vikuni. Fiskaríið er smáligt hjá partrolarunum.
Trolbátar: Bara ein er til fiskarí, men vantandi fer onkur annar út um vikuskiftið. Trolbáturin landar helst seint í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Eitt landar mánadagin og hitt seinni í vikuni Eitt fiskar havtasku. Restin liggur við bryggju, tað skrivar Fiskamarknaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald