Ítróttur

Meting av Elektron-deildini

...

2013-11-16 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vit hava fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad, at meta um teir báðar dystirnar í Elektron deildini hetta vikuskiftið.

KÍF venjarin Jakob Jónsson metur um dystirnar í Atlantic Airways-deildini, les um tær metingarnar við at trýsta her.


StÍF - VB klokkan 14:30 sunnudagin.
StÍF hevur ikki havt eina serliga góða byrjan uppá kappingarárið, meðan VB hava verið sera svingandi. VB ætlar sær í finaluna, men tað krevur, at úrslitini á útivølli gerast væl betri. Samstundis er hetta ein dystur, sum skal vinnast hjá VB um tær ætla sær í finaluna. Hinvegin hevur StÍF nakrar góðar leikarar, men hópurin er ikki so breiður. Tí vænti eg ein sigur til VB.

Stjørnan-VÍF klokkan 15:00 sunnudagin.
VÍF hevur fingið glið á spælið eftir eina heldur keðiliga byrjan og eru tær millum størstu favorittarnar at náa finaluna. Eftir sigurin á Kyndli síðsta vikuskiftið eru tær eisini nr. 1. Stjørnan harafturímóti hevur eitt sera ungt og óroynt lið, men úrslitini hava verið rættuliga góð í Klaksvík. Men fyri at heimaliðið skal hava nakran møguleika so er neyðugt at Mina Sirdal og Ana Maria Ecaterinescu veruliga sláa til. Trúgvi tó at breiddin hjá VÍF verður sjónlig og vænti ein tryggan sigur til VÍF.
Støðan
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 6 153 127 26 8
2 Kyndil 6 124 103 21 8
3 VB 6 159 147 12 7
4 Neistin 5 122 109 13 6
5 Stjørnan 6 123 156 -33 3
6 StÍF 5 100 139 -39 2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder