Havstovan: Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2014 eru loknar. Hetta eru kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta vistfrøðina uppi í sjónum á Landgrunninum og Føroyabanka á sumri. Kanningar eru gjørdar av havfrøði, æti og fiskayngli. Vit støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðunum á Land¬grunninum og ábending um útlit hjá fiski og sjófugli.
Eftir tey sera soltnu árini 2010-2013, er nú heldur meira av yngli og eisini er yngulin heldur størri. Serliga var væl av nebbasildayngli. Nøgdin av hvítingi var eisini yvir miðal. Toskur, hýsa og hvítingsbróðir vóru undir miðal, men tó var væl meira enn tey sera soltnu árini 2010-2013. Gróðurin var eitt sindur yvir miðal. Nøgdirnar av djóræti eru minkaðar, bæði inni á Landgrunninum og uttanfyri.
Á Føroyabanka var lítið av toska- og hýsuyngli og støddin var smáttfallandi. Heldur betur var við nebbasild, tó at nøgdin var undir miðal.
Samanumtikið er framgongd á Landgrunninum, men á Føroyabanka stendur vánaliga støðan við, hóast hon er heldur frægari enn árini frammanundan.
Les túrfrágreiðinginaher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald