Vinna

Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni

...

2021-12-14 14:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni.

Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærda háskulanum í Tromsø og master í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen.

Seinastu 14 árini hevur Marita starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Áðrenn tað hevur hon starvast innan føroysku fiski- og alivinnuna. Marita hevur javnan luttikið og virkað innan føroyska granskingar- og menningarøkið.

Marita Rasmussen byrjar í starvinum sum stjóri á Havstovuni eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran, tað skrivar Havstovan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder