Vinna

Maria í Akrabyrgi er russiskur konsul

...

2021-12-17 19:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar hava fingið nýggjan russiskan heiðurskonsul. Tað er Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sum hevur tikið við konslaheitinum.

Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul.

Føroyar hevur sera nógv samstarv við Russland, ikki minst øll tey russisku skipini, ið vitja. Tí fegnast Maria í Akrabyrgi um, at hon nú kann halda á við tí arbeiði, ið Faroe Agency hevur røkt í nógv ár, við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum.

Maria í Akrabyrgi hevur arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency.

Maria er sera errin av valinum, ið hon varð kunnað um, av russiska sendimanninum í Danmark Vladimir Barbin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder