
Leita verður eftir tveimum kvinnum/monnum, at hava fastar vaktir í vaktbólki 3 og 6.
Vit hava 6 fastar manningar (24 fólk), sum hava vakt 6.hvørja viku. Umframt hetta, hava vit fólk, sum tekur vaktir, tá ið tað er neyðugt.
Tað er ikki meiri bindandi enn so at hava vakt, at um man skal okkurt, er altíð onkur at takað yvir. Tú skalt ikki sjálv/ur finna tín avloysara, tá ið tú ikki ert tøk/ur.
Við at verða partur av manningini á Sverra, sleppur tú at røkja nógvar spennandi uppgávur. Báturin verður kallaður út av MRCC, um tørvur er á hjálp. Venjingar eru regluliga, og tað er gott samanhald millum manningarnar. Tú fær upplivingar og royndir, sum t.d kunnu gera títt CV meiri innbjóðandi, tá ið tú skalt søkja arbeiði ella kjans.
Tað er ikki neyðugt at hava royndir áðrenn. Tú verður uppvand/ur. Einasta krav er, at tú ert álítandi og at tú ert yvir 18 ár.
Sverri er bjargingarbátur, ið arbeiðir út frá Vágum. Hann skiftir millum at liggja á Sørvági og í Miðvági. Vága bjargingarfelag rekur bátin.
Um tú hevur áhuga í hesum, kanst tú skriva til Finnur Joen-Jacobsen á facebook ella á [email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald