![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vága kommuna søkir eftir sjálvstøðugum og dugnaligum málsviðgera til teknisku deild.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi skrivstovustarv, ið fatar um uppgávur á tekniska økinum, har tú sum málsviðgeri fært møguleika at seta tín dám á.
Høvuðsuppgávur
- Byggimálsviðgerð og málsviðgerð annars á teknisku deild
- Fyrireiking av málum til politiska viðgerð
- Samskifti við borgarar og myndugleikar
- Vanligt skrivstovuarbeiðið
Vit vænta at tú
- ert útbúgvin byggifrøðingur, byggitøkningur ella líknandi
- hevur kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
- ert væl fyri í Føroyskum bæði í skrift og talu
- hevur hollan telduførleika
- ert vinalig/ur og fyrikomandi
Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir frá kommunalari fyrisiting, og kunnleika til 360, ArcGIS og AutoCAD.
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið ella KAF og Akademikarafelag Føroya.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað í 6 mánaðir. Tann setti vísir beinleiðis til tekniska leiðaran. Starvstaðurin er Vága kommuna, og skrivstovan er í Sandavági.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Tórhall Johansen, tekniskan leiðara, á tlf. 794405 ella teldupost[email protected].
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur ella sum teldupostur til[email protected]og vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. November 2020 kl. 12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald