Mentan

Petur Jacob Sigvardsen er farin.

.

Mynd: Við Tóra á túri.

Mynd: Við Tóra á túri.

2025-09-30 19:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder




Ein góður vinur og trúarfelagi er farin nítitrý ára gamal. Petur Jacob havi eg kent í mong ár serliga frá teirri tíðini, eg var trúboðari í Eysturoynni. Hann var ofta biðin sum talari til missiónvikurnar, sum hildnar vóru gjøgnum veturin. Hann var trúgvur at møta upp í missiónshúsunum og at hava ein vitnisburð. Eisini dugdi hann so væl, at útleggja skriftina. Ein av okkara bestu leikprædikumonnum í missiónini.

Nógv kundi veri sagt um Petur Jacob. Tær bøkur, ið hann hevur skrivað og umsett, og teir sangir og sálmar, hann hevur latið úr hondum, eru favnar á bókahillum.

Tey seinastu árini havi eg oftast troffið hann á kaffistovuni í SMS, har hann og aðrir plagdu møtast um morgunin til prát. Har segði hann frá ymiskum hendingum í lívinum, og væl dugdi hann at greiða frá.

Nú er Petur Jacob ikki longur at síggja har, og verður hann saknaður av nógvum, eisini av mær. Eg takki honum fyri tíðina, vit hava kenst, og Guð troysti tykkum, sum hava mist og sum sakna. Friður veri við minninum um Petur Jacob Sigvartsen.


John Myllhamar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder