2014-11-22 16:55
Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur nógv verið at gjørt í longri tí.
Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, teir verða liðnir um 20-tíðina í kvøld, tá sleppir Jupiter framat, Jupiter kemur á Tvøroyri um middagin, teir hava 800 tons av makreli.
Tróndur í Gøtu siglir eisini til Føroyar, teir vóru inni í Lerwick í gjárkvøldið til tjekk. Tróndur hevur 7-800 tons av makreli. Teir koma á Tvøroyri í kvøld og sleppa framat at landa í morgin, tá ið liðugt verður at landa Jupiter.
??ll skipini hava verið á makrelveiðu í ES-sjógvi tætt vestur úr Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald