2021-11-03 09:40
Magnus Heinason loysti frá bryggju í Vestmanna í gjár, helst fyri seinastu fer. Trolarin kom til landi í 1978. Tað vóru navnframir strandingar, Dávur og Karloth Poulsen, sum saman við øðrum lótu hetta skip byggja hjá Langstein Slip í Tomrefjord í Noregi.
Skipið var bygt til, at fiska á teimum leiðum føroyingar royndu á tá, men vánaligur fiskiskapur í Barentshavinum og tað at føroyingar vóru útistongdir frá kendum leiðum við Flemish Cap og við Grønland, gjørdi at longu í 1980 var Magnus seldur.
Føroya Landstýri keypti skipið til havransóknarskip og hevur hann virka sum tað, heilt fram til Jákup Sverri tók yvir sum rannsóknarskip.
Magnus er seldur sama felag í Kroatia, sum keypti Research úr Havn. Research er í dag ferðafólkaskip og eitur Makarski Jadran. Research varð seldur til Kroatia í 2004.
Orð og mynd: Jan Erik Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald