JN

Maður small um og doyði á fjalli í Vágum

...

2018-10-08 08:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um middagsleitið leygardagin small ein maður um á fjalli norðanfyri Vatnsoyrar. Fólk rundan um mannin byrjaðu alt fyri eitt at geva manninum fyrstuhjálp, og ringt var eftir hjálp. 

Lækni og bjargingartyrlan vóru skjót á staðnum, og var maðurin fluttur á Landssjúkrahúsið, men lívið hjá 64 ára gamla manninum var ikki til at bjarga.

Sambært MRCC so tók tað 25 minuttir frá at fráboðanin kom, til maðurin var á Landssjúkrahúsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder