
Fyrr í kvøld hendi ein vanlukka í Leirvík, tá ein maður á einum vatnskutara rendi í pierin í Leirvík. Sambært portal.fo, so var staðfest tá maðurin var komin á Landssjúrkahúsið, at lívið hjá manninum ikki stóð til at bjarga.
Maðurin førdi vatnskutaran og hevði eina 13 ára gamla gentu uppiá, tá hann av ókendum orsøkum rendi í pierin í Leirvíkar havn. Gentan uppi á, fekk eisini nakað av skaða. Vatnskutarin fór í smildur, skrivar portal.fo.
Eitt skifti var óvissa um, hvørt eitt ella tvey fólk vóru uppi á skutaranum saman við føraranum, men tað var skjótt staðfest, at talan var bert um eitt fólk.
Víkingadagar vóru hildnir í Leirvík, har ítróttarfelagið skipað fyri ymsum aktivitetum kring um á havnarlagnum. Alt virksemi í sambandi við hesar dagar, er nú avlýst.
Løgreglan upplýsir, at tey avvarðandi hjá tí deyða eru kunnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald