JN

Maður datt oman við fjalli Katlanir

...

2021-10-14 06:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 11:39 í gjár fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður, sum er fyrst í 60'inum, var dottin oman við fjalli Katlanir á Borðoynni.

Tað tók 3 tímar og 26 min. frá tí at boðini komu til skaddi maðurin var á Landssjúkrahúsinum. 

Maðurin var fluttur á Landssjúrkahúsið við tyrluni.

Við í bjargingingini vóru SFT, MRCC Tórshavn, Atlantic Helicopters, Sløkkiliðið í Klaksvík, Norðoya Bjargingarfelag og Løgreglan.

Maðurin fekk stóran skaða, men er ikki í lívsvanda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder