Annan ársfjórðing vóru árstíðarjavnaðu lønargjaldingar 1.877 milliónir krónur, og tað er 40-50 milliónir meira enn undanfarnu tríggir ársfjórðingar. Vøksturin í mun til undanfarna ársfjórðing er 2,4%.
Stóra framgongdin er í ídnaðinum
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið við sama tíðarskeið árini frammanundan.
Fyrra hálvár 2014 vóru útgoldnar 3.630 milliónir í lønum, tað eru 180 milliónir fleiri enn fyrra hálvár 2013. Framgongdin er 5,2%.
Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, men tað er serliga í ídnaðinum at framgongdin er stór. Byggivinnan hevur higartil í ár havt eina framgongd uppá 11,5%, meðan fiski- og alivinnan er vaksin 8,4%.
Dagførd og útgreinað lønartøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald