Vinna

Lønirnar uppum 660 milliónir

...

2014-11-10 19:26 Author image
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Í oktober vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 665 milliónir, tað eru 15 fleiri enn í september. Higartil í ár hava lønirnar verið um 630 milliónir í mánaðin, men bæði í september og oktober hava lønirnar verið væl omanfyri 630 milliónir, og eru hetta bestu mánaðir higartil í ár til lønir.

 

Næstan 300 milliónir meira útgoldið higartil í ár
Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru útgoldnar 6.231 milliónir í lønum, tað eru 294 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5%.

Í krónum er tað privatu tænastuvinnurnar sum hava størstu framgongdina. Lønirnar higartil í ár í privatu tænastuvinnunum eru um 2 milliardir, tað eru 100 milliónir fleiri enn síðsta ár. Størsta framgongdin lutfalsliga er í byggivinnuni. Byggivinnan hevur higartil í ár útgoldið 771 milliónir, 84 fleiri enn í fjør og svara tað til eina framgongd upp á 12,2%

Í fiski- og alivinnuni er framgongdin um 6%, meðan tað innan almennar tænastur er eini framgongd upp á 2,2%.

Almennar tænastur størsta vøksturin seinastu tíggju árini
Verður hugt eftir gongdini í lønum síðan 2004 sæst, at tað er framgongd í øllum høvuðsvinnugreinum, og at fíggjarkreppan á ymsan hátt rakti vinnugreinarnar.

Í fiski- og alivinnuni vuksu lønirnar 12% frá 2004 til 2007, síðan var eitt stórt fall, og vóru lønirnar í 2009 bara 83% av teimum í 2004. Seinastu fimm árini hevur verið lítil vøkstur, og nústaðni nú eru lønirnar á sama støði sum í 2007, t.v.s. at síðan 2004 eru lønirnar í fiski- og alivinnuni vaksnar 12%. Orsøkin til vøksturin er í høvuðsheitum, at alivinnan hevur havt stóra framgongd. Bæði hýrur og lønir í fiskavøruídnaðinum eru minni nú enn tær vóru í 2004.

Byggivinnan og privatu tænastuvinnurnar høvdu áleið somu gongd. Frá 2004 til 2008 var javnur vøkstur, og framgongdin var góð 30%, men tá fíggjarkreppan kom, hevði byggivinnan eitt munandi størri fall enn privatu tænastuvinnurnar. Byggivinnan fór næstan aftur til sama støðið sum í 2004 og síðani hevur verið lítil vøkstur. Seinasta árið hevur vøksturin tó verið trivaligur, og síðan 2004 eru lønargjaldingarnar vaksnar 20%, men tað er framvegis minni enn besta árið, 2008. Privatu tænastuvinnurnar høvdu eitt minni fall, men  hava annars havt hóvligan vøkstur og eru nú á sama støðið sum í 2008, eini 30% meira útgoldið enn í 2004.

Almennu tænastuvinnurnar hava eina aðra gongd enn hinar vinnugreinarnar. Frá 2004 til 2008 var gongdin á leið tann sama fyri allar vinnugreinar, men í mun til hinar vinnugreinarnar hevur tað ongantíð verið afturgongd í almennu tænastuvinnunum. Vøksturin hevur heldur seinastu fimm árini verið hóvligur, men javni vøksturin hevur gjørt, at lønargjaldingarnar í almennu tænstuvinnunum eru vaknsar 40% síðan 2004 og er tað tann størsti vøksturin í høvusðvinnugreinum.

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her:


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder