JN

Løgreglan: Hasj, vápn og ferðsluóhapp í nátt

...

2016-11-20 11:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgreglan hevur havt nógv at gjørt í nátt. Tíðliga í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Havn, tí bilurin var ein gamal kenningur hjá løgregluni. Í bilinum vórðu nakrir ungir dreingir, løgreglan fann bæði hasj og ólóligar knívar uppi á teimum. Hald var lagt á hasji og knívarnar ið verða roknaðir sum vápn. 

Tveir aðrir menn hava í nátt fingið 600 kr í bót hvør, fyri at vísa løgregluni fingurin.

Tíðliga í morgun, hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðardali, tveir ungir menn vóru í bilinum, og blivu teir báðir koyrdir á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan sigur, at hálka var orsøkin til ferðsluóhappið.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder