Mentan

Løgreglan: Grind deyð í Sandavági

...

2015-08-13 03:49 Author image
placeholder

Í dag kl. 16:02 fekk politiið fráboðan um, at ein grind var sædd tætt við land eystan fyri Trøllkonufingur.

Sýslumaðurin avgjørdi, at grindin skuldi rekast og haldast til í Sandavági.

Grindin bleiv rikin inn á Sandavág og kl. 17:50 vóru millum 80-100 hvalir deyðir.

Politiið var á staðnum fyri at tryggja lóg og landaskil, bæði á sjógvi og landi.

5 persónar frá Sea Shepherd blivu handtikin á sandinum í samband við drápið. Tey eru øll skuldsett fyri brot á grindalógina.

3 av teim handtiknu blivu afturhildin av civilum føroyingum og latin politinum á staðnum. Politiið vil fegin í samband við hesar føroyingar.

Tey verða biðin um skjótast tilber, at seta seg í samband við politiið á tlf. 35 14 48

Tað hevur enn ikki eyðnast politinum, at leggja hald á ein RIB bát hjá Sea Shepherd, ið forstýraði rakstrinum av grindini.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder