JN

Løgreglan ger ferðsluátøk við skúlarnar í Føroyum

...

2018-09-25 06:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vísið varsemi í ferðsluni ??? ansið eftir skúlabørnunum

Komandi vikurnar fer Politiið at gera ferðsluátøk við skúlarnar í Føroyum.
Politiið heitir á øll, um at vísa størsta varsemi, soleiðis at børnini kunnu ferðast trygg í ferðsluni.

Børnini í grunddeildini, eru bæði lítil á vøkstri og óroynd í ferðsluni, tí er sera umráðandi at koyra við fyriliti.

Politiið ger kanningarnar fyri at minna foreldur og aðrar bilførarar á at fylgja ferðslulógini við skúlarnar.

Serliga verður hugt eftir:
- Ferð
- Um førarin nýtir handhildna fartelefon, meðan koyrt verður
- Um børnini eru íbundin trygdarbelti og nýta rætta trygdarútgerð
- Um førarin sjálvur er íbundin trygdarbelti
- Um foreldur og avvarðandi minnast til at ansa líka væl eftir øðrum børnum, sum sínum egnu

Politiið ynskir øllum børnum og foreldrum í Føroyum eitt ferðslutrygt og gott skúlaár.

Løgreglan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder