2016-11-11 20:00

Portal.fo: Løgreglan hevur sent út eftirlýsing eftir 51 ára gamla Beinir Pætursson Hansen, sum býr á Norðrasta Horni í Havn. Maðurin er ikki sæddur síðan um 21-tíðina í gjárkvøldið, tá hann fór til gongu heimanífrá, hetta skrivar portal.fo í kvøld.
Beinir Pætursson Hansen verður sagdur at vera millum 180 og 185 sentimetrar høgur. Hann hevur myrgt brúnligt hár og myrkt/gráligt fullskegg. Hann var í brúnari troyggju við ljósum mynstri, bláum kovboybuksum og ljósum skóm.
Tey, ið hava sæð nakað til eftirlýsta mannin, verða biðin um at seta seg í samband við løgregluna á telefon 351448
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald