Ítróttur

Løgmaður skal súkkla við Team Rynkeby

...

2013-09-09 04:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Løgmaður er ein av teimum, sum næsta summar skal súkkla til París við føroyska Team Rynkeby.

Les eisini greinina "So er man nakað moyrur tá man kemur til Paris".

Føroyska Team Rynkeby telur 45 fólk, sum skulu súkkla. 35 av teimum hava tekna seg, hini eru fyriskipaðrar og innbjóðaði.

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar á Facebook í kvøld at hann hevur sagt ja - at súkkla til París næsta summar.

Hann skrivar "Havi fingið innbjóðing at súkkla frá Danmark til Paris næsta summar við Team Rynkeby Føroyar.
Havi takkað ja og síggji tað sum ein framíhjárætt og ein møguleika at sleppa at savna pening inn til børn við krabbameini og familjur teirra."

Les eisini greinina "Alfred Hummeland: Merkið skal veittra í París".


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder