2016-08-14 08:04

Av løgreglustøðuni í Havn verður sagt, at náttin hevur verið stak friðalig hjá teimum, og so at siga einki hevur verið á vási í nátt.
Tó so, so fekk løgreglan eina fráboðan klokkan 04:40 í nátt, at ein persónur føldi seg illa úti í Nólsoy. Bjargingarbáturin LÍV var tá staddur úti í Nólsoy, og flutti persónin, ið hevði fingið ilt fyri bringuna, inn á meginlandi, har ein sjúkrabilur stóð fyri persóninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald