
Um middagsleitið var bjargingartyrlan boðsend at flyta ein sjúkling úr Suðuroy norður á Landssjúkrahúsið.
Seinnapartin var Rescue Lív boðsend at sleipa ein bát inn á Havnina, báturin var staddur innanfyri Eystnes.
Í kvøld vandu Rescue Lív og bjargingartyrlan í Nólsoyarfirði. Fyrsti partur var at tyrlan skuldi taka fólk úr einum gummibátið. Seinni skuldi so tyrlan leitað eftir einum persóni ið var blakaður á sjógv av bjargingarbátinum Lív, og so fáa hann umborð aftur á Rescue Lív. Manningin á Lív letur væl at venjingini, og sigur, at tað sum altíð var ein væleydnað venjing saman við manningini á tyrluni hjá Atlantic Airways.
Tá ið venjingin var liðug, vórðu aftur boð eftir bjargingartyrluni, tá var hon aftur boðsend at flyta ein sjúkling ur Suðuroy norður á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald