2016-12-04 13:44

Klokkan 02:23 í nátt fekk MRCC-støðin eina fráboðan um, at ein maður í Nólsoy var blivin sjúkur, og at neyðugt var at fáa hann á Landssjúkrahúsið.
MRCC sendi boð eftir bjargingarbátinum Lív, og manningin á Lív gjørdi skjótt av. Klokkan 02:40 loysti Lív úr Vágsbotni, og setti kós út til Nólsoyar, bert góðan hálvan tíma seinni var Lív aftur á Havnini við manninum, sum síðani var fluttur á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald