Vinna

LÍV brúkar nú Talgilda Samleikan

...

2020-12-18 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

LÍV er fyrsti tænastuveitari, sum fær Talgilda Samleikan uttan fyrst at hava MínLykil. Kundar hjá LÍV kunnu nú brúka sín Talgilda Samleika og rita inn á Mítt LÍV, umvegis nýggju heimasíðuna hjá LÍV

LÍV er størsti eftirlønarveitari á føroyska marknaðinum og hevur fleiri enn 26.000 tryggingar. LÍV umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og skal tryggja lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. LÍV vil veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Viðskiftafólkini hjá LÍV kunnu nú brúka somu talgildu atgongd, sum tey brúka í øðrum sambandi. Við Samleikanum verður ritað inn trygt og einfalt, samstundis sum Samleikin tryggjar, at tað bert er rætti viðkomandi, sum fær atgongd til upplýsingarnar.

Samleikin hevur stóran týdning fyri virksemi hjá LÍV, og hevur LÍV stuðlað verkætlanini hjá Talgildu Føroyar frá byrjan.

???LÍV hevur verið ein aktivur viðleikari í tilgongdini hjá Talgildu Føroyum, og gleðast vit um, at vit eru fyrsti tænastuveitari, sum kann bjóða kundum okkara hendan møguleika??? sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

LÍV hevur eisini fyrireikað seg á aðrar mátar at gerast meira talgild. Ein partur av fyrireikingini til hesa tilgongd hevur verið, at LÍV hevur gjørt nýggja heimasíðu, og skjótt verður nýggj KT skipan og nýggjur kundaportalur tikin í nýtslu, sum ger tað smidligari at veita kundunum eina góða tænastu.

Omanfyri 7000 føroyingar brúka longu Samleikan. Meira kann lesast um Samleikan á www.samleikin.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder