JN

Lítil virðing fyri svínoyingum og fugloyingum

...

2019-01-29 08:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin frættist, at Ritan hevði tikið botn í Hvannasundi, og neyðugt var at fáa lívæðrina hjá svínoyingum ogfugloyingum á sleipistøð. Neyðugt var at kanna, hvussu stórur skaðin var, og hvussu leingi roknast skal við, at Ritan verður til umvælingar.

Strandfaraskip landsins skriva á heimasíðuni leygardagin millum annað soleiðs - orðarætt:

???...sostatt er ongin sigling til Svínoyar og Fugloyar í løtuni. Meiri kunning verður tøk seinni nær siglingin verður tikin upp aftur???

Enn er ongin kunning komin.

Ritan skuldi í skundi suður til Havnar leygardagin at kanna skaðan, og sjálvandi varð roknað við, at hon varð tikin upp á sleipistøð í seinasta lagi leygarkvøldið, tí slíkt hevur sjálvandi skund. Tað ræður um at fáa skil á siglingina aftur sum skjótast ??? um neyðugt við øðrum skipi. Men Ritan varð ikki tikin upp leygarkvøldið.

??ðrvísi hevði ivaleyst verið, um talan var um Teistan ella Smyril. Men á útoyggj eru tey so von at lata sær lynda eitt og annað, ikki minst, tá komið verður til strandfarasiglingina.

Tá eg tosaði við ein fyrrverandi skipara á Ritini fyrrapartin í dag, visti hann at siga mær, at kl. 09.30 fyrrapartin í dag, mánadagin, var Ritan framvegis ikki tikin upp á sleipistøð. Í meðan kunnu fugloyingar og svínoyingar, sum annaðhvørt skulu av oyggjunum ella út, bara brynja seg við toli.

Hetta er virðingin, avvarðandi myndugleikar sýna svínoyingum og fugloyingum. Hetta er teirra útoyggjapolitikkur.

ES. Sjálvur kann eg saktans bíða úti í Svínoy nakrar dagar, eg hugsi meira um vantandi virðingina, sum avvarðandi myndugleikar hava fyri útoyggjunum og teimum fólkum, sum búleikast og arbeiða har.

Grækaris Djurhuus Magnussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder