JN

LGBT fegnast um fjølbroytt tilboð til næmingar

...

2018-09-04 22:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Faroe Islands Minority Film Festival er ein sjálvstøðugur filmfestivalur uttan nakað beinleiðistilknýti til LGBT Føroyar. Av tí sama kann nevndin í LGBT Føroyum ikki úttala seg um allar smálutir íungdómstiltakinum hjá festivalinum í Norðurlandhúsinum seinasta vikuskifti, tað kunnu einansumboð fyri FIMFF gera. 

LGBT Føroyar kann tó fegnast um, at við tiltøkum sum hesum verða enn fleiri tilboð skapað, sumfylgja lógarfestu endamálsorðingini hjá fólkaskúlanum um at stuðla einstaka næminginum ífjølbroyttu, persónligu menningini, og at undirvísing og gerandislív skúlans skal vera grundað áandsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. 

LGBT Føroyar fegnast um, at tað finnast tiltøk, sum vísa tannáringum, at heimurin, føroyskasamfelagið og fólkini, sum búgva her á landi, eru bæði fjølbroytt og litrík, og at rúm skal vera fyriokkum øllum. Tað er hetta, lógin um fólkaskúlan leggur upp til, samstundis sum hon skal gevanæmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Tí er tað gleðiligt at síggja, at lærarar ognæmingar taka av tilboðum sum m.a. hesum hjá FIMFF. Slík tiltøk eru við til at skapa rúmligarimenniskju, har hinskyndir næmingar læra at virða og góðtaka sínar sam-, tví- og tvørkyndufloksfelagar, eins og aðrar minnilutabólkar, meðan eitt nú sam-, tví- og tvørkyndir næmingarsamstundis læra at virða, elska og góðtaka seg sjálvan, sum tey nú einaferð eru.

LGBTarar verða illa happaðir í fólkaskúlanum 

Sam-, tví- og tvørkynd skúlabørn sita í dag í flestu skúlastovum kring Føroyar. Tey hava altíð sitiðhar og fara altíð at sita har. Men hvussu er tað at vaksa upp sum sam-, tví- og tvørkyndurnæmingur í Føroyum og í føroyska fólkaskúlanum? Ein skúli, sum hevur eina so stóra ávirkan áokkum sum vaksin menniskju. 

Sambært heilsukanning, sum LGBT Føroyar hevur gjørt av sínum limum, svarar meira enn helvtin,at tey hava verið happaði í føroyska fólkaskúlanum vegna teirra kynsligu sannføring ella samleika,meðan 36% siga seg hava verið fyri mismuni í skúlanum vegna teirra kynsligu sannføring ellasamleika. 

Spurd um hvørja kunning hesi somu fingu í skúlanum, vísti tað seg, at kunningin var seraavmarkað. Á einum stiga frá 1 til 10, har 10 er hægst, var miðal svarið 2,3, tá føroyskir LGBTararvóru spurdir, um samkyndleiki ella onnur LGBT evni vóru viðgjørd á nøktandi hátt undirkynslívslæruni í skúlanum. Spurd, hvussu nógv annars varð prátað um samkynd og samkyndleika íteirra fólkaskúla, var miðalsvarið 2,9. Hetta er langt undir miðal. 

Kanningin vísir samstundis, at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu ennhinskynd, og á fleiri økjum er støðan beinleiðis skakandi. Knapt tveir triðingar av føroyskumLGBTarum hava havt sjálvmorðstankar. Næstan helvtin av hesum hava samstundis roynt at framtsjálvmorð. Heili 56% av føroyskum tví-, sam-, og tvørkyndum siga seg til tíðir kenna angist, meðanlíknandi kanning hjá Fólkaheilsuráðnum vísur, at í miðal kenna einans 18% av øllum føroyingumseg darvaðan av angist. Triði hvør (33%) LGBTari í Føroyum hevur ella hevur havt etingarólag,meðan 35% hava roynt at skatt seg sjálvan við t.d. at skera seg.

Orsøkir til sálarligar trupulleikar 

Hesi føroysku úrslitini eru lík øðrum líknandi altjóða kanningum. Altjóða vísindin hevur tí granskað ymisku orsøkirnar til, hví LGBTarar hava lutfalsliga verri sálarliga heilsu enn hinskynd. ??rslitini vísa,at stigmatisering, fordómar, happing og mismunur av hesum bólki skapa eitt fíggindaligt, strongtog trongt sosialt umhvørvi, sum síðani hevur við sær, at hesin minniluti í alt ov stóran mun færálvarsamar sálarligar trupulleikar at dragast við. 

Skúlin kann minka um trupulleikan 

Ein rúmlig skúlaskipan skal lata næmingar hugsa frítt og sjálvstøðugt, geva teimum møguleika atfinna sína egnu hill og ikki minst læra tey at virða og góðtaka hvønn annan, soleiðis sum tey eru, ogikki bara soleiðis, sum onnur ynskja, at tey skulu vera. Ein slík skipan kann avgjørt vera við til skaparúmligari borgarar, sum síðani skapa eitt enn betri og rúmlagri samfelag, har pláss er fyri okkum øll- og sálarheilsan hjá minnilutum so sum hesum, samstundis kann gerast munandi betri enn hon erí dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder