Vinna

Leiguflúgving við síðuna av rutuflúgvingini er í tráð við nýggju kósina

...

2015-03-31 17:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kringvarpið hevur síðani í gjárkvøldið í sjónvarpi, útvarpi og á heimasíðuni borið tíðindi um, at Atlantic Airways umhugsar leiguflúgving. Hetta eru misvísandi tíðindi. Atlantic Airways hevur nevniliga alla tíðina havt leiguflúgving sum ein møguleika við síðuna av rutuflúgvingini - eisini síðani nýggja strategiin varð sett í verk

Dagur og Vika bar fyrst í sendingini í gjárkvøldið tíðindi um, at Atlantic Airways umhugsar leiguflúgving um veturin. Tað er neyðugt at rættleiða hesi tíðindi, sum geva ábendingar um, at flogfelagið tekur leiguflúgving uppaftur, eftir at nýggja strategiin varð sett í verk síðsta summar.

Hesin samanhangurin er skeivur, og roynveruligu viðurskiftini verða skeiklað við sjónvarps-innslagnum undir yvirskriftini: "Umhugsar leiguflúgving um veturin". Misvísandi tíðindini eru borin víðari í ??tvarpinum og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Rætti samanhangurin er, at Atlantic Airways valdi við nýggju kósini at raðfesta rutuflúgving fyri Føroyar og føroyingar fremst. Harvið skuldi altjóða leiguflúgving við eyka flogførum raðfestast nógv lægri, tó so at flogførini sjálvandi skulu taka leigutúrar, um hesir túrar ikki ávirka rutuflúgvingina. Íslendska flogfelagið, WOW, leigaði í fjør eitt flogfar frá Atlantic Airways, sum júst er dømi um leiguflúgving við síðuna av rutuflúgvingini.

Sáttmálin við Atlantis Rejser um leigutúrar til Egyptlands, sum hava kostað felagnum nógv, hevur havt við sær, at Atalntic Airways framvegis hevur yvirkapasitet í Airbus-flogførunum - serliga um veturin. Felagið hevur sett eitt fólk í verkætlanarstarv í tríggjar mánaðir at koma við hugskotum til, hvussu leiguflúgvingin kann fara fram við síðuna av rutuflúgvingini - serstakliga í vetrarhálvuni.

Tað stutta av tí langa er, at Atlantic Airways rekur leiguflúgving sambært nýggju kósini við síðuna rutuflúgvingini, sum er raðfest fremst í virkseminum hjá felagnum. Sostatt er einki grundarlag fyri at staðfesta í sjónvarpsinnslagnum, at Atlantic Airways umhugsar leiguflúgving um veturin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder