![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
KOSTNAÐURIN AT KOYRA GJ??GNUM EYSTUROYARTUNNILIN HEVUR VERIÐ MEIR ELLA MINNI ALMENNUR SÍÐANI VERK??TLANIN BYRJAÐI.
Politiski myndugleikin bleiv eisini kunnaður um prísirnar, áðrenn verkætlanin bleiv endaliga samtykt og áðrenn lánsavtalan við útlendsku lánsveitararnar bleiv undirskrivað.
Eysturoyartunnilin skal eisini í stóran mun rinda Sandoyartunnilin.
Samlaða verkætlanin kostar útvið 3 milliardir kr.
Allíkavæl er prísurin at koyra gjøgnum Eysturoyarunnilin ikki hægri enn hann var, bæði tá Vágatunnilin og Norðoyatunnlin lótu upp fyri ferðslu, sjálvt um hesar verkætlanir bert kostaðu brøkpartin av tí, sum Eystur ??? og Sandoyartunnilin kosta.
Prísirnir eru ásettir í mun til eina metta ferðslu.
Verandi prísir eru settir í mun til eina væntaða ferðslu uppá 5.000 bilar gjøgnum tunnilin um dagin. Hertil skal leggjast afturat lastvognar og bussar.
Tunnilsfelagið hevur tikið lán uppá 2,6 mia. kr.
Tunnilsfelagið skal hava umleið 175 mill. kr. í inntøkum um árið, fyri at felagið kann svara hvørjum sítt.
Tí eiga vit øll at taka lógvatak um Eysturoyartunnilin.
??ll eiga at koyra gjøgnum tunnilin.
Standa vit saman um tunnilin, ja, so verður ferðslan munandi hægri enn mett, og so verða prísirnir skjótari settir niður.
So einfalt er tað.
Fara vit hinvegin hvør í sínum lagi at mótarbeiða tunlinum, kann úrslitið lættliga gerast, at alt ov long tíð gongur, áðrenn prísirnir verða settir niður.
Annars skal politiska skipanin ikki leggja seg út í arbeiðið hjá nevndini fyri tunnilsfelagið.
Nevndin fyri felagið hevur ábyrgdina av rakstri felagsins.
Uppgávan hjá nevndini er at syrgja fyri, at raksturin hongur saman, og at landskassin harvið sleppur undan at rinda undir ábyrgdini hjá landskassanum.
Christian Andreasen
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald