So er greitt, hvørjir ellivu verða sendir á vøllinum frá byrjan ímóti Portugal. Landsliðsvenjarin hevur framt tvær broytingar í mun til dystin ímóti Lettlandi.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Portugal.
Tvær broytingar eru í byrjunaruppstillingini, í mun til liðið, sum varð sent á vøllin frá byrjan ímóti Lettlandi. Á høgra bakki avloysir Bárður Hansen Jónas Tór Næs, og á miðvøllinum verður tað Gilli Sørensen, ið byrjar, í staðin fyri Rene Shaki Joensen.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Bárður Hansen, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Gilli Sørensen og Brandur Olsen, og í álopinum verður 2-0 málskjúttin í Riga, Jóan Símun Edmundsson.
HM-undankappingardysturin á Tórsvølli millum Føroyar og Portugal byrjar klokkan 19:45.
Í samband við dystin skipað Atlantic Airways, Føroya Tele og Bakkafrost fyri stórum fjepparatiltaki, ið er fyri alla familjuna. Á skránni verða kappingar ??? við góðum vinningum, live tónleikur, ókeypis matur og mangt annað. Tiltakið byrjar klokkan 18:00. Dyrnar til Tórsvøll lata upp klokkan 17:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald