Vinna

Langtberandi fiskidagar?

...

2014-10-30 21:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Við at hyggja nærri at hvussu uppsjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava gjørt fyri at klára seg, ber uttan iva til at broyta fiskidagaskipanina til tað betra fyri heimaflotan ??? ikki minst tá tað kemur til tað stirvna uppbýtið av skipabólkum.

Føroysk uppisjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava ein sunnan rakstur og eina hóskandi tilfeingisrentu sambært búskaparfrøðingar. Tískil eiga okkara politikarar ikki at gera nakað í óðum verkum her ??? never change a winning team. Hinvegin stendur so illa til við heimaflotanum at talan er um ein vinnupolitiskan trupulleika; yvirkapasitetur saman við yvirregulering ger tað torført hjá teimum skipunum at klára seg.

Tað lógar- og regluverk sum fastlæsir skip og bátar í sokallaðar skipabólkar ??? ávísar kategoriir út frá fiskireiðskapi og stødd á fiskifari ??? er eitt dømi um forðing fyri neyðugum tillagingum og rationaliseringum, og ger tað torført at fáa lønsemi í raksturin hjá reiðaríunum.

Grundgevingarnar fyri at hava eitt strangt býti millum skipabólkar vóru ikki minst samfelagsligar, nevniliga at skipanin skuldi fyribyrgja dramatiskum flytingum av fiskirættindum og í so máta virka stabiliserandi fyri lokalsamfeløgini. Men eitt er gott endamál, eitt annað búskaparligur veruleiki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder