Vinna

Langhylurin i Tórshavn: J. &. K. Petersen hevði lægsta tilboð

...

2020-10-02 12:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í gjár klokkan 15,00 var lisitatiónin í Svimjihøllini í Gundadali, tá tilboðini upp á nýggja langhylin í Tórshavn vóru latin upp.

Tað vóru 3 feløg, sum vóru á staðnum við brævbjálvum og vóru tilboðini hesi:

Búsetur: kr. 159.901.443

Articon kr. 148.680.571

J. &. K. Petersen kr. 147.295.181

??tlandi skal arbeiðið byrja beinan vegin, og skal verða liðugt við ársenda 2022/23.

Verkætlanin umfatar útbygging av verandi svimjihyli við einum 50m hyli. Samlaða víddin er 3.100 m2 býttar á 2 hæddir. Í sunnara enda eru 2 hæddir, har tann ovara er 546 m2 .

Onnur verkætlanin innanfyri ein mánaða

Hetta er onnur stóra verkætlanin, sum J. &. K. Petersen hevur vunnið seinasta mánaðin.

1. September 2020 skrivaði felagið undir sáttmála við IRF um bygging av nýggjum tyrvingarplássi ??ti í Nýggjheiðum í Kvívík, ??? henda verkætlanin er omanfyri 70 mió. kr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder