2015-03-13 21:00
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
LV.fo skrivar:
TILB??GVING: Landsverk hevur fingið eina flytbara viftu til tilbúgvingina í sambandi við basing av eldi í tunlum. Viftan er ætlað tilbúgving í tunlum, har eingin luftskiftisskipan ella viftur eru, og kann tí serliga nýtast í sambandi við basing av eldi í teimum tunlum í landinum, sum enn ikki hava nakra luftskiftisskipan og í sambandi við vanligt arbeiði í tunlum, har tørvur er á luftskifti.
Fríggjadagin 6. mars vóru umboð fyri tilbúgvingarmyndugleikarnar í Føroyum boðin inn á Lambareiði í hølina hjá Landsverki at hoyra nærri um møguleikarnar við einari slíkari viftu, har viftan varð royndarkoyrd.
Fyrst bjóðaði leiðarin á deildini fyri Infrakervi á Landsverki, Heini Eysturoy, vælkomin, og hevði eina styttri kunning um tilbúgving og samstarv.
-Eg haldi hendan viftan er eitt gott amboð til samlaðu tilbúgvingina í landinum. Hon kann brúkast í fleiri ymiskum støðum ??? eitt nú í sambandi við størri eldar, har nógv útlufting er neyðug. Vit hava tí kunnað okkara samstarvsfelagar um møguleikarnar, og viftan er eisini tøk hjá teimum at brúka, um tørvur skuldi verið á tí, sigur Heini Eysturoy millum annað.
Síðani fekk Jákup N. Olsen orðið, ið er samskipari fyri tilbúgving á Landsverki. Hann greiddi frá sjálvum tilbúgvingararbeiðinum á Landsverki og vísti nøkur filmsbrot úr Noregi um, hvussu ein slík vifta kann brúkast í tilbúgvingararbeiðinum í tunlum.
Síðani varð viftan roynd uttanfyri.
Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á deildini fyri Infrakervi, fartel. 290 881.
Her er ein videoupptøka av, tá tey royndu viftuna á Lambareiði:
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum:
![](http://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_be141748-9662-4430-b0c5-0f75b3d2d675.jpg)
Heini Eysturoy kunnar um tilbúgving og samstarv.
![](http://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_ac24f685-dc2d-42ce-9741-a3d6976917a2.jpg)
Jákup N. Olsen vísir filmsbrot um, hvussu hendan viftan verður nýtt í praksis.
![](http://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_892e3dc3-d5a6-4310-802b-400b3479b33c.jpg)
Flytbara viftan verður roynd uttan fyri á Lambareiði.
![](http://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_41efc5e9-0ef1-4c24-b60b-f1eaa2520436.jpg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald