Vinna

Landsstýrið á vitjan við Marknagil

...

2014-07-01 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 BYGGING: Fyrrapartin í gjár vitjaðu løgmaður og landsstýrisfólk uppi við Marknagil, har nýggi skúladepilin verður bygdur, sum skal hýsa einum samløgdum Handilsskúla, Studentaskúla og Tekniska Skúla í Havn.


Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar - svarandi til umleið 20 hondbóltsvallir - og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum, er talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum. Um verkætlanina verður sagt, at byggingin verður háttað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi.

Kostnaðarætlanin fyri skúlan er 515 mió. krónur, íroknað innbúgv og annað. Sambært tíðarætlanini verður Skúladepilin við Marknagil tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Her eru nakrar myndir frá landsstýrisvitjanini fyrraparin.


































Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder