Lýsing

Lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi

...

2016-09-28 18:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir lærara fyri lærara í barnsburðarfarloyvi:

Skúlin á Giljanesi søkir eftir lærara í starv fyri lærara í barnsburðafarloyvi frá 7. desember 2016 til 11. oktober 2017

Søkt verður eftir lærara, sum:

· Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· Duga at samstarva og eru fyrikomandi

· Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum

· Eru við til áhaldandi at menna skúlan

· Eru stundisligir og nærlagdir. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi.

· Hava læraraútbúgving

Okkum tørvar lærara, ið kann:

· Undirvísa í náttúru og tøkni í 6. fl., støddfrøði í framhaldsdeild og miðdeild og donskum í miðdeild.

· Átaka sær flokslæraraleiklutin í 10. flokki.

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 ??? 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 17.oktober 2016 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder