Kyndilskvinnurnar gjørdi ein ordans vørr, tá ið tær í dag vóru á vitjan í Vestmanna, úrslitið gjørdist 20-34 til Kyndil.
Dysturin byrjaði annars javnt og vestmannakvinnur fylgdu væl við teir fyrstu 15-minuttirnar, men so fór Kyndil frá, tær fóru til hálvleiks við leiðsluni 10-17 og vunnu eisini seinna hálvleik 10-17, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 20-34.
Kyndil hevur nú leikt 10 dystir og hevur 16 stig, VÍF hevur leikt 9 dystir og hevur 8 stig.
VÍF: Viviann Petersen, Annika F. Petersen, Anja Lacok, Tóra Seloy, Agnas Olsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Bjørg Nielsen 1, Lív Ingdorsdóttir 3, Randi Virgarsdóttir 1, Daniella Joensen 5, Kathe Frederiksen 3, Jórunn Gudmunsen, Heidi Maria Akselsen 1 og Ronja Johannesen 1.
Kyndil: Maja Dragdjubavie, Guðrið G. Eystberg 3, Bára K. Hansen 3, Anja Hammer 3, Ásleyg Súnadóttir 3, Bjara Johansen 2, Anna A. Brimnes 7, Súna K. Hansen 3, Vár Thomsen, Lea Durhuus 1, Eyðleyg Súnadóttir 1, Turið Arge 8 og Anja Eliasen.
Støður:
5. min. 4-2
10. min. 5-5
15. min. 5-7
20. min. 8-12
25. min. 9-14
30. min. 10-17
35. min. 10-19
40. min. 12-23
45. min. 13-26
50. min. 13-18
55. min. 17-31
60. min. 20-34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald